Mánamorgunin kl. 6 møta Lego Vinir í skúlanum við Løkin, tí teir skulu til Týsklands. So nú er bert ein dagur eftir at gera alt klárt til FLL OEC 2013!! :D Vit føla okkum ikki so trýstar í løtuni, tí vit halda at tað skal nokk ganga. Í morgin verður tað allar síðsta gjørt, pakkað og so eru vit klárir :)
Teir seinastu dagarnir hava vit præcisera robottin nógv, arbeitt rættiliga nógv við básinum og tala nógv nýggj mál inn á okkara F1-programm, sum t.d. spanskt. Vit hava fingið nógv burturúr, og eg skal lova tykkum, at vit eisini hava havt tað massar stuttligt!! ;)
Sum áður sagt um aðrar ferðir, so forvanta vit eina ógloymandi ferð til Týsklands, og um tað nú ikki gongur sum ætla, so lyfta vit hóast alt høvdið upp, og njóta teir 6 dagarnir vit eru á ferð :) Vit gleða okkum heilt sjúkliga nógv!ð
Eg rokni ikki við at tað verður nógv skrivað inn á her í morgin, men eg skal lova tykkum at vit fara at uppdatera tykkum minst einaferð ígjøgnum teir næstu dagarnir... Um vit nú uppá onkran máta ikki gera tað, so kann eg biða tykkum fylgja við inni á stream ovast í høgra horni. Har verður streama hósdagin og fríggjadagin :)
Her eru nakrar fáar myndir av okkum í kvøld: