Í dag er mikudagur, og vit hava havt framsýning á bókasavninum. Í allan gjár fyrireikaðu vit dagin, og vit halda at hann eydnaðist væl :) Síðani leygardagin hava vit gjørt ymiskt við robottin og profilering, og nú - tveir teir síðstu dagarnar ætla vit at fáa tað síðsta av ástøði-uppgávuni uppá pláss. Vit fara tó eisini at arbeiða við robottinum, tá nokkso nógv manglar at rættast við honum. Bara tveir dagar! Leygardagin fara vit til Havnar at kappast, og sjálvt um tað ikki sær so gott út nú, hava vit høgar forvantningar, og vænta at alt verður liðugt til ta tíð! ;)
Nakrar myndir frá tí almennu sýningini í dag. Vit høvdu eisini sýning fyri øllum skúlanum partvís:
Nakrar myndir frá tí almennu sýningini í dag. Vit høvdu eisini sýning fyri øllum skúlanum partvís: