So er tann fyrsta vikan longu farin, og ikki tað stóra er komið burturúr. Vanligt kemur ikki nógv burturúr tað fyrstu vikuna, tí ta mesta av tíðini fer til brainstorming o.a. Hendan vikan hevur gingið skjótt, men nú vita vit hvat skal gerast tær næstu vikurnar, og tað er týdningarmikið! :) Onkur hevur sum so verið hvønn dag ta seinastu vikuna, og vit hava roynt at komið í gongd. Í dag halda vit tó at gjøgnumbrotið kom, so frá nú av koyrir tað bara ;) Vit ætlaðu at skriva blogg hvønn dag vit møtast hesar 8 vikurnar, men ofta gongur tíðin undan, og tí kemur hetta blogginnleggi út nú. Vit ætla tó at taka okkum saman frá nú av...
Her eru nakrar fáar myndir úr hesu vikuni. Tann fyrsta myndin er fyrsta boð uppá liðmyndina hjá okkum í ár:
Her eru nakrar fáar myndir úr hesu vikuni. Tann fyrsta myndin er fyrsta boð uppá liðmyndina hjá okkum í ár: