So kom dagurin, har vit skulu byrja okkara ferð til Grikkalands! Vit eru heilt ótrúliga spentir, tí vit vita at hetta er nakað stórt fyri Lego Vinir. Teir seinastu dagarnar hava vit fyrireika okkum uppá ymsar mátar. Vit skulu m.a. hava Work-shops fyri bæði FLL-liðum og vanligum skúlanæmingum í Grikkalandi, og so eisini eina langa og stóra framløgu um hvat tað er sum er so spennandi við Lego - t.v.s. Robottar.
Vit fara úr Føroyum kl. 14:45 í dag, og flygva til Kastrup, og gista eina nátt í Keypmannahavn. Síðani fara vit víðari til Grikkalands í morgin, har vit líka millumlenda í Serbia. Frá tí tá vit lenda í Grikklandi, taka menninir ið hava bjóða okkum til Grikkalands sær av okkum. Vit vita nøkunlunda hvat skráin er, men yvirraskilsir koma sjálvandi eisini at vera. Vit skulu m.a. til ein fótbóltsdyst hjá liðinum ið liggur á 2. plássi í grisku fótbólts-deildini "PAOK Thessaloniki". Men sum sagt skulu vit eisini hava framløgur og work-shops, so tað verður ikki "bara" stuttleiki ;) Mánadagin flúgva vit so til Danmarkar á sama hátt sum hinvegin, har vit so aftur gista eina nátt, og so flúgva vit síðani heim til Føroyar.
Ígjøgnum hesar dagarnar, fara vit at royna at leggja myndir og skriva ein stuttan blogg hvønn dag. Soo... fylgi við á hesi síðuni! :)
Sjálvt um tað ikki sæst á myndini niðanfyri, gleða vit okkum sum sagt ómetaliga nógv, og forvanta sum so ofta áður eina ógloymandi ferð :D