Nú eru vit komnir aftur úr Norra. Vit høvdu ein ógloymandi túr, og vit fingu 2. plássi í tí teknisku uppgávuni! :) Vit vóru ikki so nøgdir við einum 11. plássi í robottinum, men okkara umskyldningur er at ljósini vóru ov "ljós", og color sensorurin hevði ringt við at fanga teir litirnir ið vit høvdu programmera hann til ;) Men nú, 2 dagar aftaná kappingina fáa vit email frá FLL Scandinavia. Teir siga tað, at vit skulu umboða skandinavia í FLL Open European!!! :D Tað er ein kapping fyri øll lið í verðini, og bara trý lið í skandinavia sleppa við. Í ár er tað í Týsklandi, og vit fara um vit fáa pengarnar til tað.