Dagurin í gjár var so tann 3 dagurin á okkara ferð til Grikkalands. Vit byrjaðu dagin við at fara tíðliga upp fyri at leggja fram fyri uml. 200 næmingum. Tað var gjørt í kjallarinum á einari kirkju, men tað var ikki "bara bara". Vit heilsaður uppá nógv fólk, fingu gávur, og børnini vóru ordiliga við uppá at lurta eftir okkum tá vit fortaldu. Eftir framløguna fóru tveir og tveir dreingir í hvør sítt rúm at undirvísa uml. 20 næmingar hvør sær í 30 minuttir. Tá tað var liðugt, tóku vit myndina í sæst niðanfyri.
Aftaná vit høvdu verið í kirkjuni, fóru vit við einum presti á eina matstovu, har bert vit á liðinum og nøkur úr Eduact (tey sum hava bjóðað okkum til Grikkalands) ótu. Vit fingu næstan 10 ymiskar tallerkar við mati - allar í senn, so tað var nakað heilt specielt fyri okkum. Aftaná tað fóru vit allir at leggja framm á tí størsta sentrinum í Thessaloniki, og tað var aftur eitt fantastiskt upplivilsi fyri okkum. Vit vóru saman við øllum fólkunum hjá Eduact allatíð, og komu at kenna tey rættiliga væl. Børnini vóru eisini rættiliga spent í tí sum vit høvdu at fortelja, og onkur vóru heilt ótrúliga glað fyri bara at hava møguleika fyri at møta okkum :)
Her eru nakrar myndir frá degnum í gjár: