Í dag var so tann síðsti heili dagurin hjá okkum her í Grikkalandi. Tí at einki "seriøst" var á skránni í dag, kunnu vit kalla tað ein avslappandi dag, sjálvt um vit allatíð høvdu nógv at gera. Fyrst fóru vit ein langan busstúr til grøvina hjá pápanum hjá Aleksandri Mikla, ið var rættiliga interessant, tí vit faktsikt sóðu grøvina veruliga - altso tann sum var bygd fyri meir enn 2000 áðrenn síðani, langt undir jørðini. Aftaná tað, koyrdu vit niðan á eitt fjall, har vit fingu eina heilt ótrúliga lekkra máltíð í eium vínkjallara. Har var rættiliga flott, og so var tað nokk tann besta máltíðin á túrinum, sjálvt um har vóru nógvar aðrar góðar. Aftaná tað, fóru vit á fótbóltsdyst at hyggja eftir einum dysti hjá PAOK Thessaloniki, ið er næstbesta lið í Griskum fótbólti. Har sóðu vit veruliga hvat tað var at "football-freak", tá teir flestu áskoðarinir vóru púra svakir ígjøgnum allan dystin.
Aftaná dystin, stóð matur klárur á borðinum í einum av teimum størstu kirkjunum í Thessaloniki, og enn einaferð stóð ein prestur fyri máltíðini. Enn ein lekkur máltíð, og aftaná tað endaðu við ein ríkan dag av upplivilsum við einum griskum baði. Tað var simpulthen ein svimjihylur blanda við einari sauna, og tað var rættiliga lekkurt :) Í morgin byrjar ferðin heimaftur so, og tað verður so í hvørtfall gjørt við einum stórum smíli! :D