Føroyar! Umleið klokkan 13:30 í dag (morgun :P), lendu Lego Vinir í Vágum. Dagurin byrjaði við einum túri í Field's, har bara Bilka var opið. Tað var eitt sindur skuffandi, men har fingu vit so næstan 2 tímar at ganga. Vit fóru síðani av Crowne Plaza til Kastrup, har vit so aftur "shoppaðu" í 2 tímar, áðrenn vit fóru í Airbussin hjá Atlantic, sum so fekk okkum til Føroyar. Tað hendi ikki tað stóra í dag, men allíkavæl hava vit nógvar upptøkur, ið eru rættiliga stuttligar. Sum heild frá øllum túrinum hava vit filma næstan 100 gb av filmi (t.v.s. rættiliga nógv!), ið vit nú fara at klippa saman til ein film frá ferðini :) Fylg við inni á heimasíðuni um tú vilt síggja hann tá hann er liðugur!
Ferðin hjá Lego Vinum til Grikkalands, var fantastisk! Teir flestu, um ikki allir, eru samdir í, at enn einaferð var tað tann besta ferðin hjá Lego Vinum nakrantíð! Vit vilja fegin takka Kostas, Eduact og øllum øðrum grikkum ið skipaðu fyri øllum tí sum vit upplivdu. Ikki minst prestunum, ið góvu okkum at eta ;) Sum ein partur av liðinum, vil eg eisini gjarna takka Dan Lamhauge, fyri at hava gjørt eitt megnar arbeiði við at gera ferðina møguliga. Búi Uni Jensen var eisini við sum leiðari á ferðini, og við hansara festligheit á hjálpsemi, var tað eisini ein ordiliga góð hjálp at hava. Vit kundu takkað so nógvum øðrum, men fyri fyrst siga vit bara takk til øll sum hava hjálpt til við ferðini - hon var eitt upplivilsi, ið vit altíð fara at minnast! :)