Síðani vit í Lego Vinum løgdu okkara fyrsta lítla film av robottinum út tann 14. november, eru vit bara blivnir kendari og kendari! Aftaná at vit fingu nøkur fá boð um at gera meiri filmar, gjørdu vit so tríggja filmar afturat tí originala av robottinum, har vit forklára tey 3 steppini hvør sær. Tá hendi okkurt, og meir og meir kliktu seg inn á okkara filmar og ikki minst heimasíðuna.
Teir fýra filmarnir hava nú næstan 40.000 views tilsamans, ið er heilt ótrúliga nógv. Vit hava samstundis fingið uml. 200-300 vitjanir um dagin á okkara ensku heimasíðu! Her á tí føroyska liggur tað 'bert' á 50-100 um dagin, og tað er enntá nógv! :)
Okkara mál frá byrjanini av, var at inspirera heimin, tá vit nú ikki skuldu kappast hóast alt. Tað hava vit so gjørt, og vit hava fingið nógvar langar emails har foreldur og ung takka okkum fyri okkara arbeið, og hvussu vit hava inspirera tey. Eisini eru tað fleiri lið úr øllum heiminum ið hava kontakta okkum fyri at fáa hjálp. Tilsamans hava vit fingið 27 langar emails ígjøgnum heimasíðuna, og nakrar afturat sum bara email. Eisini hava vit fingið yvir 150 comments á YouTube, ið bæði rósa okkum og spyrja okkum spurningar.
Takk til øll tykkum sum hava gjørt hetta møguligt! Vit høvdu ongantíð trúð at vit fóru at koma so langt sum vit nú eru komnir, og vit eru bæði glaðir og stoltir av tí! Tað er ótrúligt :D