Í sambandi við at FLL skal byrja fyri fyrstu ferð í Grikkalandi skjótt, eru Lego Vinir bodnir sum tað einasta liðið í heiminum at undirvísa í First Lego League har! Vit fara tann 22. januar, og eru so í Grikkalandi í 5 dagar, har vit ikki bara undirvísa, men eisini sleppa at prøva ymiskt stuttligt. Vit gleða okkum heilt ótrúliga nógv, og vóna at ferðin verður líka góð sum tann til Týsklands. Hetta verður helst eisini tann síðsta ferðin hjá Lego Vinum, og tí fara vit heilt sikkurt at njóta hana so nógv sum vit kunnu :D