So eru vit klárir til kappingina! Í dag hava vit gjørt nógv ymiskt, men fyrst og fremst fyrireika okkum til í morgin :) Í morgin verður nemliga KAPPINGIN, og tað er tá at vit ordiliga skulu vísa hvat vit duga.
Í morgun fóru vit "tíðliga" (kl. 09:30) til kappingarhúsið Heinz Nixdorf Museum. Har settu vit fyrst básin upp, og síðani var bara robotturin at hugsa um :) Vit fingu møguleika at trena okkara robott til í morgin, so tað fylti tað mesta av degnum fyri robottdreingirnir... Hinir høvdu tað eisini rættiliga stuttligt við at tosa við onnur ung, checka tað størsta computer-museumið í heiminum út og mangt annað :P Prøvarnir av robottinum riggaðu fínt í dag, men tað vóru sjálvandi feilir sum skuldu rættast aftaná tann langa túrin. Teir feilirnir eru nú nøkunlunda rættaðir, so vit eru klárir til í morgin. Kl. 5 vóru vit liðug har, so tá fóru vit at fyrst at keypa okkum okkurt at eta, og síðani heim at hugna okkum við sodavatn, chips og mangt annað ;) Vit hava eisini trena allar framløgurnar í kvøld, so nú vil eg siga at vit eru ordiliga væl fyrireikaðir! :D
Stroyming verður eisini møgulig í morgin. Tú kanst trýsta á FLL OEC 2013 ovast á síðuni fyri at fáa meir at vita, og eisini síggja eina stroyming...
Tíverri ongar myndir hesaferð...