So upprann kappingardagurin! Í dag fóru vit so enduliga at kappast... men tað meinast ikki við at vit bara vóru seriøsir! Vit høvdu tað eisini heilt ótrúliga stuttligt :)
Sum altíð fóru vit tíðliga upp, og beint til kappingarplássi "Heinz Nixdorf Museum". Har kom fyrst ein "Opening Ceremony" sum var rættiliga festlig, síðani fingu vit líka tíð til at prøva robottin áðrenn tí fyrstu rundina í robottkoyringini. Fyrsta runda gekk tó ikki so væl sum vit høvdu ætla, men vit vóru nøgdur við koyringina hóast tað :) Tað var fyrsta runda, vit fingu 385 stig (max. hjá okkum er uml. 600 stig), og vit vistu akkurát hvat skuldi rættast til næstu robottkoyring. Men tað var leingi til tann koyringin skuldi koyrast, og vit høvdu tvær framløgur áðrenn: Tað teknsinsku har vit forklára um robottin, og eisini "Core-Values" har vit skuldu leggja okkara "kreativitet" fram ;) Tey bæði gingu fínt, og vit væntaðu eisini nógv av robottinum ta næstu rundina, so vit vóru rættiliga glaðir. Humøri fór tó skjótt niður aftur, tá vit bert komu aftur frá bananum við 178 stigum... :/ Men vit missa hóast alt ikki mótið, tí vit vita at vit hava eina koyring eftir, og hon er ikki fyrrenn í morgin. Um tann koyringin verður yvir 500 stig, so er stórur møguleiki fyri at vit koma víðari sum nr. 1-8 til eina kvartfinalu.
Eftir hesa koyringina vistu vit eisini at vit høvdu ástøði framløguna eftir, og hana skuldu vit leggja gott fram. Hon gekk eisini ordiliga gott, so sum heild eru vit nøgdir við kappingardagin :D Restina av kvøldinum var bara ball, og tað var so heilt sikkurt eisini gott! :)
Nakrar myndir frá degnum í dag: