Eitt sindur forsinkað, men her kemur so ein lýsing av fríggjadegnum, tá allar finalur og "Award Ceremony" fóru fram :)
Fríggjadagurin var ein fínur dagur... Aftaná at vit høvdu koyrt tvær vánaligar rundir við robottinum dagin fyri, var hetta tann síðsti møguleikin um vit skuldu koma víðari. Frá tá vit komu til kappingarstaðið, høvdu vit tveir tímar til robottkoyringina, so vit vóru fyrst og fremst at rætta robottin :P Vit náddu í góðari tíð at rætta robottin, so restina av tíðuni slappaðu vit bara av og heilsaðu upp á fólk ;)
So kom rundan! Vit koyrdu fyrsta steppið og alt riggaði perfekt. Vit koyrdu næsta steppið og alt riggaði perfekt. Nú vóru vit í einari góðari støðu, tí tað triðja plagdi altíð at rigga, og sum so eisini tað fjórða. Soleiðis gekk tað tó ikki :/ Tað triðja steppið riggaði ikki... Vit koyrdu hóast tað restina av koyringini, og alt riggaði, uttan tað at hann kom ikki upp á brúnna. Tað gjørdi tað at vit fingu 385 stig, og vit skuldu hava 500 :( Men vit fóru tó ikki niður við høvdinum! Als ikki! :)
Nú vistu vit at vit bara høvdu frí, og tí kundu vit bara ganga runt og hava tað stuttligt! :D Tað høvdu vit eisini, og tað at hyggja eftir hinum robottunum gevur eisini rættilga nógv ;)
So kom "Award Ceremony", og hana eru vit eisini væl nøgdir við, tí okkara robottur var nevndur sum nummar 3 í mekaniskt design! Vit kundu vænta meir, men sjálvandi eru vit væl nøgdir við alt, tí vit høvdu tað stuttligari enn nakar hevði vænta :D
Sum altíð hava vit eisini nakrar myndir: