Í kvøld fingu vit ikki nógv burturúr. Vit arbeiddu eitt lítið sindur við robottinum, og so teknaðu vit onkrar ætlanir av blusum og skiltum, sum vit skulu hava við til kappingina. Tað er lítið at gera tá ið vit hvørki hava robottborðið, ella kunnu gera ástøði uppgávuna (teoretisku). Okkara seniorur kann kanska koma í morgin. Tí bleiv tað næstan bara spæl.