Um ein góðan mána skulu vit longu til Týsklands! Vit hava møtst nakrar ferðir tær síðstu tvær vikurnar, men eg haldi ikki at vit hava tikið tað nóg seriøst. Nú byrja vit spakuliga at finna útav hvussu nógv manglar! :P Vit hava arbeitt meir við robottinum enn øllum øðrum, men nú eru vit byrjaðir aftur uppá at umseta ástøði-uppgávuna. Vit rokna við at blíva lidnir við ástøði-uppgávuna, men robotturin er eitt sindur ivasamur. Vit hava sett nøkur stór mál, og tað skal sveitti og hart arbeiði til fyri at klára at klára tað! :) Tað sær annars einki út við profilering í løtuni. Hvørja ferð vit hava møtst, eru teir sum eru settir til profilering endaðir við at gera einki. Teir vita simpulthen ikki hvat teir skulu!
Næsta mánan fram fara vit at møtast ofta, og skriva ofta inn á her. So tað er bara at fylgja við! :) Eisini massar myndir ;)
Næsta mánan fram fara vit at møtast ofta, og skriva ofta inn á her. So tað er bara at fylgja við! :) Eisini massar myndir ;)