Í síðstu viku byrjaði eitt nýtt lið at luttaka í FLL. Lego Mechanics er mannað av 8 dreingjum, har allir eru uml. 11 ár. Av tí at meginparturin av Lego Vinum eru ov gamlir til at luttaka nú, vildu vit gjarna syrgja fyri, at eitt nýtt lið var stovnað úr Runavík. Hetta er eitt heilt nýtt lið, og dreingirnir eru allir líka spentir at koma ordiliga og gongd og ikki minst at fara til kapping. Lego Mechanics skulu brúka tað sama Lego'ið og deilirnir til robottin sum vit brúktu til kappingina, og halda eisini til í sama rúmið sum vit. Vit úr Lego Vinum koma at hjálpa teimum í gongd. Vit vóna at teir fáa eitt gott úrslit í kappingini, og ikki minstat teir hava tað stuttligt tær næstu 7 vikurnar!