Ein fyltur dagur av upplivilsum! Í dag hava vit uppliva nógv nýtt, og heilsa uppá nógv fólk... Vit fóru fyrst til Kastrup tíðliga í morgun, tí vit skuldu til Thessaloniki, har vit nú sita og hugna okkum. Aftaná vit høvdu gingið eitt sindur runt og "shoppa" í Kastrup, fóru vit á flog, har vit líka millumlendu í Serbia. Vit vóru rættiliga skuffaðir av teimum bara 5 gradunum ið vóru har, men tá vit so vóru í Thessaloniki 1 tíma seinni, vóru vit absolut ikki skuffaðir! 15-17 gradir, og eingin vindur... Tað var sum ein dreymur, tá vit nú búgva í einum landi sum í Føroyum :D
Í Thessaloniki blivu vit móttiknir av Kostas, ið er maðurin aftanfyri FLL í Grikkalandi, og maðurin í bjóðaði okkum til Grikkalands. Við einum bussi, vísti hann okkum runt í Thessaloniki, ið er ein rættiliga vakur býur, áðrenn vit fóru at heilsa uppá hini fólkini handan "Eduact". Eduact er felagsskapurin ið Kostas stýrir. Aftaná vit høvdu verið har, fóru vit inn í eina heilt gmala kirkju, har vit fingu rundvísing av einum presti, ella einum "father" sum teir kallaðu hann. Nokkso stuttligt var, at hesin maðurin bjóaði okkum pizza aftaná rundvísingina, saman við fleiri øðrum í einum húsum sum kirkjan átti. Til síðst fóru vit heim at fyrireika okkum til framløgur og work-shops, ið vit skulu hava í morgin, og tað eru vit so akkurát lidnir við. Nú slappa vit so bara av, áðrenn vit fara at leggja okkum at sovar, her á Hotel Aegeon mitt í Thessaloniki :)