Í gjár kom uppgávan út í Skandinavia, so tað vil siga at nú eru tær 8 vikurnar byrjaðar! :) Tann 9. novembur skulu Lego Vinir vera klárir til at fara til kapping, so inntil tá skal nógv koma burturúr, um vit vilja koma heim aftur við einum góðum úrsliti.
Fríggjadagin fingu vit at vita at robottbanin var komin til Skúlan við Løkin, so tá fóru vit beint at seta upp. Tað vóru vit skjótt lidnir við, so restin av tíðin fór til hugna.
Leygardagin (í gjár) var uppgávan løgd út á hjernekraft.org, so tá valdu vit eisini at møtast, soleiðis at vit kundu hyggja eftir uppgávuni, og hopandi seta onkrar tankar í gongd. Uppgávan í ár eitur Natures Fury, har ið vit skulu finna fram til ein trupulleika við náttúruvanlukkum, og síðani koma upp við einari nýskapandi loysn. Vit hava ikki so nógvar náttúrvanlukkur í Føroyum, so tað hava vit rættiliga ringt við at finna fram til. Tí hugdu vit líka eftir uppgávuni, og valdu so beinanvegin at fara heim, tí ikki serliga nógv annað var at gera. Fyrst mugu vit jú finna fram til ein trupulleika :)
Tá nakrir vóru farnir, stillaðu nakrir seg at kjakast um robottbanan, og koma við tankum um hvussu vit skulu loysa uppgávurnar. Úr tí kom eitt sindur burtur úr, tá vit nú næstan hava planlagt hvat vit gera teir 2½ minuttirnir vit hava í einari koyring.