Eisini megnaðu Lego Kings at koma í finaluna fyrsta árið við teirra robotti! Hjá Lego Rangers gekk ikki so væl við robottinum, men teir høvdu heilt sikkurt eisini sínar sterku síður ;)
Vit vilja við hesum takka fyri ein ótrúliga góðan dag, og ynskja Lego Holics tillukku við føroyameistaraheitinum! Vit lova tykkum at ferðin til Norra verður millum tær bestu í tykkara lívi, so njóti hana! :D