VælkominVælkomin á heimasíðuna hjá Lego Vinum :) Lego Vinir var eitt lið sum er kappaðust í einari kapping í kallast First Lego League. Vit brúktu hesa heimsíðuna til at skriva blogg og fortelja hvat vit upplivdu. Ovast á síðuni kanst tú trýsta á linkini fyri at fáa meir at vita um hvørjir vit vóru og hvat vit hava uppliva. Grundin fyri at Lego Vinir ikki kappast longur, er at helvtin av okkum vóru ov gamlir til at luttaka í 2014. Men vit kláraðu at blíva kendir um allan heimin, og tí kunnu vit væl nøgdir hyggja aftur á tað vit hava upplivað, og sjálvandi eisini svara spurningum um First Lego League og Lego Vinir.
|
Hvat er First Lego League?First Lego League er ein íverksetarakapping fyri ung ímillum 10 og 16 ár.
Kappingin er í trimum ymiskum uppgávum. Mest undirhaldandi er kappingin við robottinum. Har skulu ávísar uppgávur loysast á einum borði, sum øll lið í heiminum fáa. Hvussu ein loysir uppgávurnar, er upp til hvørt einstakt lið. Til robottuppgávuna er eisini tann næsta uppgávan, ið er ein teknisk uppgáva, har greiðast skal frá um robottin. Og so er tað tann triði ástøðiligi parturin av uppgávuni. Har skal finnast fram til eina loysn til ein trupulleika. So áðrenn kappingina, fáa liðini 8 vikur at venja og loysa uppgávurnar, og gera seg klár til kappingina. |