Um OkkumSum tú kanska veit, kallaðu vit okkum Lego Vinir og eru úr Føroyum. Vit byrjaðu við First Lego League (FLL) í 2009, tá Rógvi Langgaard og Bárður Johannesen meldaðu eitt lið til kappingina. Vit fingu skjótt aðrar uppí, og aftaná tað blivu vit bara betri og betrii. Okkara arbeið fór fram aftaná skúlatíð í einari skúlastovu í Skúlanum Við Løkin, og hesar umstøður kundu ikki verið betri.
Dreingirnir ið vóru á liðinum eru úr 97-99, so aldursmunurin er ikki stóru.rAv tí at vit arbeiddu aftaná skúlatíð fyri tað mesta, lá tað ofta illa fyri hjá leiðarunum at vera so nógv hjá okkum. Tí bleiv okkara arbeiði meiri sjálvstøðugt, sum vit ikki vildu kalla ein fyrimun í FLL, men tað var so ætlanin við kappingini frá byrjan av. Tað dámdu vit eisini rættiliga væl! Í dag eru vit enn vinir, men ikki Lego Vinir. Rógvi Langgaard svarar meylum og dagførir heimasíðuna so leingi sum vit fáa spurningar sendir inn. So spyr endiliga um tað er okkurt! :) |
Tað fjórða árið
Senior Solutions 2012 Limir Rógvi, Trygvi, Ari, Bárður Petur Sjúrður, John, Rani og Lukas Úrslit Føroyar: Vit vunnu aftur! Blívu nomineraðir til alt, og vunnu alt uttan granskingarprísin. Skandinaviska finalan: Í skandinavsku finaluni fingu vit eitt 11. pláss við robottinum, og vunnu 2. prís í tí teknisku. Open European Championship: Vit fingu triðja pláss í hvussu gott robotturin var bygdur mekaniskt. Í robottkappingini endaðu vit nummar 21. |
Tað triðja árið Food Factor 2011 Limir Bárður, Petur Sjúrður, Jógvan, Rani, Ari, Rógvi og John Úrslit Føroyar: Vit vunnu! Vunnu robottkappingina og tí teknisku uppgávuna og blívu nomineraðir til samanarbeið og profilering. Skandinaviska finalan: Í skandinavisku finaluni fingu 9. pláss við robottinum, og vóru ikki nomireaðir til nakað. |