8 limir vóru partur av Lego Vinum tá vit góvust. Her kanst tú fáa nærri at vita um hvørjir vit eru:
Rógvi LanggaardRógvi er tann ið byrjaði Lego Vinir, og er tann elsti limurin á liðinum. Hann arbeiddi fyri tað mesta við robottinum, men hjálpti eisini øðrum á liðinum.
|
Bárður JohannesenBárður var eisini við til at gera liðið. Hann dugur rættiliga væl við teldum, so tað er tað sum hann gjørdi mest.
|
John HansenJohn og Ari eru tvíburðar, og báðir vóru við á liðinum síðani 2011. Kanska tað vóru teir sum gjørdu munin, tí at síðani teir komu á liði, vunnu vit fleiri kappingar.
John arbeiddi mest við profilering og dugir rættiliga væl at gera ymiskt við træði. |
Rani LamhaugeRani var við á liðinum síðani 2010. Hann arbeiddi ikki so nógv við einum í senn, men hjálpti hinvegin um onkur hevði brúk fyri hjálp. Hann kundi vera rættiliga seriøsur, men oftast ikki so seriøsur :P
|
Petur Sjúrður LamhaugePetur Sjúrður var eisini á liðinum frá byrjanini. Hann var ofta tann ið programmeraði robottin. Hann var tann yngsti limurin á liðinum!
|
Trygvi JohannesenTað síðsta árið hjá Trygva var hansara seinna, so hann var ikki so vanur við at byggja Lego. Harafturímóti brúkti hann hini talentini hjá sær fyri at halda seg á liðinum. Ein av teimum var at vera glaður, sum gjørdi allir hinir á liðinum glaðar eisini. Tað seinasta árið hjálpti hann Ari og John mest, men hjálpti annars til har sum hann kundi.
|
Ari HansenAri hjálpir tær altíð um tú biður hann um tað. Vanliga arbeiður hann ikki í einum bólki, men tað síðsta árið arbeiddi hann rættiliga nógv við profilering.
|
Sjúrður TróndheimHetta var tað fyrsta árið hjá Sjúrða! Sjúrður hevur altíð fylgst nógv við Trygva og Rógva, og tí vildi hann á liðið í eina tíð. Hann er ótrúliga kreativur, og dugir væl at gera eina uppgávu lidna um hann farin í gongd við hana. Tey talentini brúkti hann heilt sikkurt tað seinasta árið.
|
(Allar myndirnar á hesari síðuni, uttan tann hjá Sjúrða, vóru tiknar í Týsklandi, tá vit vóru til OEC)