Í síðstu viku byrjaði eitt nýtt lið at luttaka í FLL. Lego Mechanics er mannað av 8 dreingjum, har allir eru uml. 11 ár. Av tí at meginparturin av Lego Vinum eru ov gamlir til at luttaka nú, vildu vit gjarna syrgja fyri, at eitt nýtt lið var stovnað úr Runavík. Hetta er eitt heilt nýtt lið, og dreingirnir eru allir líka spentir at koma ordiliga og gongd og ikki minst at fara til kapping. Lego Mechanics skulu brúka tað sama Lego'ið og deilirnir til robottin sum vit brúktu til kappingina, og halda eisini til í sama rúmið sum vit. Vit úr Lego Vinum koma at hjálpa teimum í gongd. Vit vóna at teir fáa eitt gott úrslit í kappingini, og ikki minstat teir hava tað stuttligt tær næstu 7 vikurnar!
Tíðindaskriv hjá Lego Vinum tann 13 feb. 2014: Í døgunum 22. – 28. januar í ár vóru Lego Vinir úr skúlanum við Løkin í Runavík á ferð í Grikkalandi. Endamálið var at geva grikskum børnum íblástur í samband við, at Grikkaland fer undir at skipa First Lego League í landinum og at heiðra Lego Vinir fyri dygdargott arbeiði. Tað er at meta sum sera stórur heiður og stór viðurkenning av arbeiðinum hjá Lego Vinum. Tað vóru ikki bert grikkar, sum fingu íblástur. Lego Vinir lærdu eina rúgvu. Harafturat knýttu Lego Vinir sambond við spennandi fólk innan First Lego League, tøkni og tólmenni. Vónandi spyrst okkurt skilagott burturúr. Ferðafrásøgn (blog), myndir og filmur frá túrinum er at finna á hesi heimasíðuni. Lego Vinir takka hjartaliga stuðlum sínum, sum gjørdu túrin møguligan, FLL Føroyar, Mekanik, BankNordik og Eik Banka fyri peningaligan stuðul og Sportigan og Berglon fyri annan stuðul. Eisini takka Lego Vinir fjølmiðlunum fyri at hava tikið so væl undir við liðinum. Ein serlig tøkk fer til MMR, Bjørn Kalsø, landstýrismann og til Runavíkar Kommunu. http://netavisin.fo/index_article.php?ShowArticle=10052 Her eru nakrar fáar myndir av tí sum Lego Vinir hava upplivað tey seinastu árini: Í gjárkvøldið høvdu vit eitt hugnakvøld fyri foreldrum og familju hjá Lego Vinum. Á hugnakvøldinum fingu vit pizza, og vístu tann langa filmin frá túrinum, ið er 22 minuttir langur. Annars hildu vit nakrar talur, og so hevði Dan eina "stutta" frágreiðing frá túrinum. Eitt fínt kvøld við nógvum hugna :) Lego Vinir hava nú gjørt ein 22 minuttir langan film av ferðini í Grikkalandi. Av tí at vit ikki vilja leggja tann filmin út á YouTube, hava vit valt at gera eina styttri versión, ið er 8 min. langur. Hann kann síggjast niðanfyri her. Áðrenn vit fóru til Grikkalands, hevði eg (Rógvi) langt síðani bestemma mær fyri at gera ein film av túrinum. Eg bað tí aðrir filma ymiskt eisini, og úrslitið var næstan 100 gb av filmi (ið er heilt ótrúliga nógv). Eg klipti tað saman til 22 minuttir tá eg kom heim, men av tí at hann var rættiliga persónligur, og kanska eitt sindur langur hjá summum at hyggja eftir, gjørdi eg eisini ein styttri film. Hann er bæði á enskum og á føroyskum; tann føroyski er tann sum sæst niðanfyri. Í filminum síggja tit veruliga hvussu stuttligt Lego Vinir faktiskt hava havt tað! Ein ómetaliga góður túrur, ið vit altíð fara at minnast :) Í gjár høvdu Lego Vinir framløgu fyri øllum skúlanum, viðvíkjandi ferðini til Grikkalands. Vit fortaldu fyrst um hvar Lego Vinir byrjaðu og hvar vit eru nú, við útgangsstøði í hvussu nógv vit hava ment okkum ígjøgnum árini. Síðani fortaldu vit um ferðina til Grikkalands. Hvat okkara uppgáva var, hvussu tað gekk, hvat vit lærdu Grikkar, og enntá hvat vit sjálvir lærdu. Vit endaðu við at vísa ein film av øllum túrinum. Meiningin við tiltakinum, var at "profilera" okkara arbeiði í Grikkalandi, og ikki minst at takka stuðlunum, og vísa teimum hvat vit hava upplivað. Áðrenn framløgan sjálv byrjaði, hevði Dan bjóðað stuðlunum til ein kaffimunn á bókasavninum, har tað eisini var møguligt at síggja steyp, myndir, tíðindaskriv o.a. hjá Lego Vinum. Aftaná tað var tað sjálva framløgan, har allur skúlin kom inn í LøksHøll eisini, og til síðst endaðu vit so við einari mynd saman við Bjørn Kalsø, sum sæst niðanfyri. Eftir sum at LøksHøll stóð klár eftir at alt var liðugt, brúktu vit 8 dreingirnir í Lego Vinum høvið til at nýta tann stóra biografskermin til at hyggja eftir einum 22 minuttir filmi, ið Rógvi hevði klipt saman frá túrinum. Hetta tiltakið var helst tað síðsta "ever" frá Lego Vinum, og tí var tað rættiliga keðiligt følilsi vit høvdu aftaná. Men hóast tað lætnaði tað eisini eitt sindur. Í dag kl. 17 fara foreldur hjá Lego Vinum at møtast í skúlanum fyri at hugna okkum, og minnast aftur á alt tað sum er hent. Stuðlar: Runavíkar kommuna, Mentamálaráðið, Mekanik, EIK og Bank Nordik Føroyar! Umleið klokkan 13:30 í dag (morgun :P), lendu Lego Vinir í Vágum. Dagurin byrjaði við einum túri í Field's, har bara Bilka var opið. Tað var eitt sindur skuffandi, men har fingu vit so næstan 2 tímar at ganga. Vit fóru síðani av Crowne Plaza til Kastrup, har vit so aftur "shoppaðu" í 2 tímar, áðrenn vit fóru í Airbussin hjá Atlantic, sum so fekk okkum til Føroyar. Tað hendi ikki tað stóra í dag, men allíkavæl hava vit nógvar upptøkur, ið eru rættiliga stuttligar. Sum heild frá øllum túrinum hava vit filma næstan 100 gb av filmi (t.v.s. rættiliga nógv!), ið vit nú fara at klippa saman til ein film frá ferðini :) Fylg við inni á heimasíðuni um tú vilt síggja hann tá hann er liðugur! Ferðin hjá Lego Vinum til Grikkalands, var fantastisk! Teir flestu, um ikki allir, eru samdir í, at enn einaferð var tað tann besta ferðin hjá Lego Vinum nakrantíð! Vit vilja fegin takka Kostas, Eduact og øllum øðrum grikkum ið skipaðu fyri øllum tí sum vit upplivdu. Ikki minst prestunum, ið góvu okkum at eta ;) Sum ein partur av liðinum, vil eg eisini gjarna takka Dan Lamhauge, fyri at hava gjørt eitt megnar arbeiði við at gera ferðina møguliga. Búi Uni Jensen var eisini við sum leiðari á ferðini, og við hansara festligheit á hjálpsemi, var tað eisini ein ordiliga góð hjálp at hava. Vit kundu takkað so nógvum øðrum, men fyri fyrst siga vit bara takk til øll sum hava hjálpt til við ferðini - hon var eitt upplivilsi, ið vit altíð fara at minnast! :) Yes, so vóru Lego Vinir aftur í Danmark, aftaná eina fantastiska ferð í Grikkalandi! Í morgin gongur leiðin so víðari heim til Føroyar. Í dag hava vit enn einaferð uppliva rættiliga nógv. Kanska tað ikki ljóðar av nógvum, men tað er rættiliga nógv. Fyrst fóru vit ein gongutúr í Thessaloniki, har vit hugdu inn í nakrar fáar handlar, áðrenn Kostas kom og bað okkum fara á eina café. Tað var ikki bara ein vanlig café, men ein sum var á takinum á ein av teimum hægstu byrgningunum í tí partinum av Thessaloniki, so har var nógv at síggja. Ímeðan vit sótu har, fortaldi Kostas okkum um hansara framtíðar ætlanir, og vit góðu honum (positivt sjálvandi) feedback um ferðina. Men tá klokkan gongur, vóru vit noyddir at siga bei við Kostas um døgurðatíð, og so á flogvøllin. Vit flugu til Serbia, og so víðari til Danmarkar, har vit nú sita á Crown Plaza og "chilla". Eitt ótrúliga flott hotel, og tað ger tað so heilt sikkurt betri at hava kamar á teimum ovastu hæddunum. Her siti eg (Rógvi) við telduni, og síggi tað fantastiska útsýni vit hava! Nú fer tað at nærkast songartíð... Í morgin fara vit ein túr í Field's, áðrenn vit fara heim til Føroyar :) Í dag var so tann síðsti heili dagurin hjá okkum her í Grikkalandi. Tí at einki "seriøst" var á skránni í dag, kunnu vit kalla tað ein avslappandi dag, sjálvt um vit allatíð høvdu nógv at gera. Fyrst fóru vit ein langan busstúr til grøvina hjá pápanum hjá Aleksandri Mikla, ið var rættiliga interessant, tí vit faktsikt sóðu grøvina veruliga - altso tann sum var bygd fyri meir enn 2000 áðrenn síðani, langt undir jørðini. Aftaná tað, koyrdu vit niðan á eitt fjall, har vit fingu eina heilt ótrúliga lekkra máltíð í eium vínkjallara. Har var rættiliga flott, og so var tað nokk tann besta máltíðin á túrinum, sjálvt um har vóru nógvar aðrar góðar. Aftaná tað, fóru vit á fótbóltsdyst at hyggja eftir einum dysti hjá PAOK Thessaloniki, ið er næstbesta lið í Griskum fótbólti. Har sóðu vit veruliga hvat tað var at "football-freak", tá teir flestu áskoðarinir vóru púra svakir ígjøgnum allan dystin. Aftaná dystin, stóð matur klárur á borðinum í einum av teimum størstu kirkjunum í Thessaloniki, og enn einaferð stóð ein prestur fyri máltíðini. Enn ein lekkur máltíð, og aftaná tað endaðu við ein ríkan dag av upplivilsum við einum griskum baði. Tað var simpulthen ein svimjihylur blanda við einari sauna, og tað var rættiliga lekkurt :) Í morgin byrjar ferðin heimaftur so, og tað verður so í hvørtfall gjørt við einum stórum smíli! :D Í dag var aftur ein dagur ið nógv var at gera. Vit sluppu fyrst og fremst at sova leingi, sum er ein rættiliga týdningarmikil detalja á okkara túri :P Vit byrjaðu dagin við at fara at keypa í sentrinum. Har gingu vit so í 2 tímar, áðrenn vit møttust á torginum, har vit so aftur byrjaðu framløgir og work-shops. Tað gjørdu vit so heilt til kl. 18, tá eitt party byrjaði. Tað var eitt party sum tey kallaðu eitt "kick-off" til FLL í Grikkalandi, og vit vóru høvuðsgestir! Vit fóru upp á senuna at blíva heiðraðir, og vit vóru teir ið øll vildu taka mynd saman við, so tað var rættiliga áhugavert og stuttligt fyri okkum :) Vit vóru so í sentrinum frá kl. 10 um morgunin, til kl. 20 um kvøldi.. :P Aftaná vit høvdu verið í sentrinum, fóru vit at eta hjá... ja, aftur einum presti, og restina av Eduact "teaminum". Ein góður og festligur dagur fyri okkum! Heilt sikkurt nakað, ið vit vilja minnast alt okkara lív! :D Dagurin í gjár var so tann 3 dagurin á okkara ferð til Grikkalands. Vit byrjaðu dagin við at fara tíðliga upp fyri at leggja fram fyri uml. 200 næmingum. Tað var gjørt í kjallarinum á einari kirkju, men tað var ikki "bara bara". Vit heilsaður uppá nógv fólk, fingu gávur, og børnini vóru ordiliga við uppá at lurta eftir okkum tá vit fortaldu. Eftir framløguna fóru tveir og tveir dreingir í hvør sítt rúm at undirvísa uml. 20 næmingar hvør sær í 30 minuttir. Tá tað var liðugt, tóku vit myndina í sæst niðanfyri. Aftaná vit høvdu verið í kirkjuni, fóru vit við einum presti á eina matstovu, har bert vit á liðinum og nøkur úr Eduact (tey sum hava bjóðað okkum til Grikkalands) ótu. Vit fingu næstan 10 ymiskar tallerkar við mati - allar í senn, so tað var nakað heilt specielt fyri okkum. Aftaná tað fóru vit allir at leggja framm á tí størsta sentrinum í Thessaloniki, og tað var aftur eitt fantastiskt upplivilsi fyri okkum. Vit vóru saman við øllum fólkunum hjá Eduact allatíð, og komu at kenna tey rættiliga væl. Børnini vóru eisini rættiliga spent í tí sum vit høvdu at fortelja, og onkur vóru heilt ótrúliga glað fyri bara at hava møguleika fyri at møta okkum :) Her eru nakrar myndir frá degnum í gjár: |