Nú nærkast alvorliga! Tað eru nú bert 10 dagar til vit fara til Týsklands, og eg vil ikki siga at vit eru klárir, so hesir dagarnir vera nokk rættiliga strævnir :P
Robotturin er sum so liðugur, men nakrar rættingar mangla. Vit ætla kanska eisini at gera okkurt afturat, og sjálvandi skal tann tekniska framløgan eisini trenast :) Teoretiska er eisini við at vera liðug, men har skal eisini trenast, og vit hava enntá ikki umsett Power-Pointið enn... Við profileringini (í Týsklandi eitur tað Core-Values) gongur hinuvegin ikki so gott. Vit eru næstan ongan veg komnir, men teir næstu dagarnar mugu vit bara koyra á, og lata teir kreativu tankarnar koma. So skal tað nokk ganga! ;)
Vit hava eisini aðrar ætlanir, sum at gera ein film at vísa á básinum. Hann er filmaður, men hann skal tó klippast. Eisini skal pakkast væl, um robotturin skal koma heilur niður til Týskland.
Sum sagt eru vit í ringari tíð, men eg skal royna at skriva nakrar bloggir teir næstu dagarnir. Vit glaða okkum púra svakt, so hugurin til at fáa alt liðugt er har! :D
Her eru nakrar myndir frá einum av teimum seinastu døgunum: