Í gjár høvdu Lego Vinir framløgu fyri øllum skúlanum, viðvíkjandi ferðini til Grikkalands. Vit fortaldu fyrst um hvar Lego Vinir byrjaðu og hvar vit eru nú, við útgangsstøði í hvussu nógv vit hava ment okkum ígjøgnum árini. Síðani fortaldu vit um ferðina til Grikkalands. Hvat okkara uppgáva var, hvussu tað gekk, hvat vit lærdu Grikkar, og enntá hvat vit sjálvir lærdu. Vit endaðu við at vísa ein film av øllum túrinum.
Meiningin við tiltakinum, var at "profilera" okkara arbeiði í Grikkalandi, og ikki minst at takka stuðlunum, og vísa teimum hvat vit hava upplivað. Áðrenn framløgan sjálv byrjaði, hevði Dan bjóðað stuðlunum til ein kaffimunn á bókasavninum, har tað eisini var møguligt at síggja steyp, myndir, tíðindaskriv o.a. hjá Lego Vinum. Aftaná tað var tað sjálva framløgan, har allur skúlin kom inn í LøksHøll eisini, og til síðst endaðu vit so við einari mynd saman við Bjørn Kalsø, sum sæst niðanfyri.
Eftir sum at LøksHøll stóð klár eftir at alt var liðugt, brúktu vit 8 dreingirnir í Lego Vinum høvið til at nýta tann stóra biografskermin til at hyggja eftir einum 22 minuttir filmi, ið Rógvi hevði klipt saman frá túrinum. Hetta tiltakið var helst tað síðsta "ever" frá Lego Vinum, og tí var tað rættiliga keðiligt følilsi vit høvdu aftaná. Men hóast tað lætnaði tað eisini eitt sindur. Í dag kl. 17 fara foreldur hjá Lego Vinum at møtast í skúlanum fyri at hugna okkum, og minnast aftur á alt tað sum er hent.
Stuðlar:
Runavíkar kommuna, Mentamálaráðið, Mekanik, EIK og Bank Nordik