Yes, so vóru Lego Vinir aftur í Danmark, aftaná eina fantastiska ferð í Grikkalandi! Í morgin gongur leiðin so víðari heim til Føroyar. Í dag hava vit enn einaferð uppliva rættiliga nógv. Kanska tað ikki ljóðar av nógvum, men tað er rættiliga nógv. Fyrst fóru vit ein gongutúr í Thessaloniki, har vit hugdu inn í nakrar fáar handlar, áðrenn Kostas kom og bað okkum fara á eina café. Tað var ikki bara ein vanlig café, men ein sum var á takinum á ein av teimum hægstu byrgningunum í tí partinum av Thessaloniki, so har var nógv at síggja. Ímeðan vit sótu har, fortaldi Kostas okkum um hansara framtíðar ætlanir, og vit góðu honum (positivt sjálvandi) feedback um ferðina. Men tá klokkan gongur, vóru vit noyddir at siga bei við Kostas um døgurðatíð, og so á flogvøllin. Vit flugu til Serbia, og so víðari til Danmarkar, har vit nú sita á Crown Plaza og "chilla". Eitt ótrúliga flott hotel, og tað ger tað so heilt sikkurt betri at hava kamar á teimum ovastu hæddunum. Her siti eg (Rógvi) við telduni, og síggi tað fantastiska útsýni vit hava! Nú fer tað at nærkast songartíð... Í morgin fara vit ein túr í Field's, áðrenn vit fara heim til Føroyar :)