Tíðindaskriv hjá Lego Vinum tann 13 feb. 2014:
Í døgunum 22. – 28. januar í ár vóru Lego Vinir úr skúlanum við Løkin í Runavík á ferð í Grikkalandi. Endamálið var at geva grikskum børnum íblástur í samband við, at Grikkaland fer undir at skipa First Lego League í landinum og at heiðra Lego Vinir fyri dygdargott arbeiði. Tað er at meta sum sera stórur heiður og stór viðurkenning av arbeiðinum hjá Lego Vinum.
Tað vóru ikki bert grikkar, sum fingu íblástur. Lego Vinir lærdu eina rúgvu. Harafturat knýttu Lego Vinir sambond við spennandi fólk innan First Lego League, tøkni og tólmenni. Vónandi spyrst okkurt skilagott burturúr. Ferðafrásøgn (blog), myndir og filmur frá túrinum er at finna á hesi heimasíðuni.
Lego Vinir takka hjartaliga stuðlum sínum, sum gjørdu túrin møguligan, FLL Føroyar, Mekanik, BankNordik og Eik Banka fyri peningaligan stuðul og Sportigan og Berglon fyri annan stuðul. Eisini takka Lego Vinir fjølmiðlunum fyri at hava tikið so væl undir við liðinum. Ein serlig tøkk fer til MMR, Bjørn Kalsø, landstýrismann og til Runavíkar Kommunu.
http://netavisin.fo/index_article.php?ShowArticle=10052
Her eru nakrar fáar myndir av tí sum Lego Vinir hava upplivað tey seinastu árini: