So er næsti dagur næstan yvirstaðin :) Eg haldi at vit allir eru samdir í, at vit ordiliga eru vælkomnir til Paderborn!! Í dag fóru vit fyrst at shoppa í nakrar tímar, og síðani líka heim á hotellið áðrenn vit fóru inn aftur í býin til eitt Welcome Party ;) Har gingu vit fyrst runt allan býin og róptu sum svakir "Lego Vinir, Lego Vinir!" og "Føroyar, Føroyar!!", og síðani komu vit so fram til eina høll har vit fingu mat og mangt annað... So kom tað besta! Knappliga koyrdu teir Party-tónleik frá, og øll byrjaðu at dansa! :D Eftir 1-2 tíma/r av tí, fóru vit so heim.
Ein dagur, har vit hava lært nógv nýtt, eru komnir at kenna nógv nýggj fólk, og so hava vit ikki minst funnið útav hvussu festligar hesar kappingarnar eru!! :)
Nakrar fáar myndir frá degnum (meiri kemur aftaná ferðina):