Í sambandi við at Runavíkar kommuna stulaðu okkum við ferðini til Norra, skulu vit nú halda eina Fifa kapping fyri tey :) Tað halda vit vera sera spennandi, tí so sleppa vit at brúka okkara flotta skúla, og ikki minst tí ótrúligu LøksHøll! So nú gera vit klárt til hana, ímeðan vit eisini arbeiða uppá robottin og alt hitt. Vit hava møtst nakrar ferðir síðani seinast, og vit hava fingið nøkunlunda nógv burturúr hesa tíðuna ;) Her eru nakrar myndir frá teimum seinastu døgunum: