Leygardagin og mánadagin + nakrir aðrir dagar, hava vit so aftur møtst niðri í stovu B6 í Skúlanum við Løkin. Vit hava havt tað rættiliga stuttligt OG fingið nógv burtúr hesar dagarnar. T.d. hava Bárður og Lukas arbeitt rættiliga nógv við at umseta F1-programmið til enskt, og gjørt tað eitt sindur betri :) Hinir hava arbeitt nógv við robottinum, og enntá eru vit byrjaðir at seta básin upp! Vit hava akkurát fingið mátini fyri básin, so vit mátaðu upp í okkara deiligu stovu, og nú eru vit í ferð við at pynta hesir fantastisku 9 kvadrat-metrarnar.
Sum so hava vit programmera øll 5 steppini 100%, men vit mangla enn at byggja eina klokku ið skal útloysast ímóti endanum av koyringini. Hon skal fáa okkara bólt at liggja í miðuni, so vit fáa nøkur rættiliga týdningarmikil stig ;)
Her eru nakrar ótrúliga festligar myndir frá leygardegnum! :P